Bústaðir og HVT hava gjørt arbeiðstakarasáttmála um íbúðarbygning á Dalavegnum í Tórshavn.
Bústaðir hevur fyri nøkrum árum síðani keypt eina trøð við Dalavegin. Roynt hevur í fleiri umførum verið at ment eina íbúðaverkætlan fyri økið. Nú er avtala gjørd við byggivirkið HVT um at byggja verkætlanina, sum íalt fevnir um 44 búeindir á einum grundøki á umleið 8.500 fermetrar. Arkitektarnir Henning Larsen North Atlatic hava teknað.
Talan verður um seks túnbýlingar við 6-8 búeindum í hvørjum. Tveir teir ovastu býlingarnir eru innrættaðir við 6 búðeindum við ávikavist 3- og 4- rúmum (alrúm og kømur telja sum rúm), meðan fýra teir niðaru býlingarnir eru innrættaðir við 8 búeindum við ávikavist 2- og 3- rúmum. Harumframt verður kjallari, við tøknirúmi og goymslum til íbúðirnar, undir parti av tveimum av býlingunum.
Mett verður, at íbúðirnar eru klárar at taka í brúk í 2025.
Slag | Leigubústaður |
Byggiár | 2023 |
Íbúðir | 44 |
Búvídd, m2 | Ymiskar |
Rúm | 2-4 |