Byggistig fýra, fevnir um 19 íbúðareindir og eitt felagshús.
17 av íbúðunum eru innrættaðar við duri/gongd, baðirúmi, tvey sovikømur og køk og stovu í einum við atgongd til rákøk. Tær eru í tveimum sniðum, snið 1 og snið 2, sí tekningar.
Har eru 13 íbúðir av snið 1 og 4 íbúðir av snið 2.
2 av endaíbúðunum í veghædd í lon 1 eru gjørdar, so at tær eru egnaðar til rørslutarnað at búgva í. Tær eru innrættaðar við duri, tvey sovikømur, baðirúm og køk og stovu í einum.
Hvør íbúð fær egið goymslurúm.
Íbúðirnar eru í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi og við góðum parkeringsviðurskiftum. Tað er ikki langt í skúla og barnagarð. Stutt er til handils og til bussamband.
Slag | Leigubústaður |
Byggiár | 2023 |
Íbúðir | 19 |
Rúm | 3 |