Byggivirkið KBH er í ferð við at byggja ein bygning við 18 íbúðum og felagshølum fyri Bústaðir Á Kneysum á Toftum. Bygningurin skal brúkast til ein búfelagsskap, har Almannaverkið tillutar íbúðir til leigararnar.
Talan er um bygging í trimum hæddum norðan fyri kommunuskrivstovuna hjá Nes kommunu. Bústaðir hevur saman við Almannaverkinum ment verkætlanina. Tær 18 íbúðirnar verða 50 fermetrar til støddar og hava gongd, køk/stovu, kamar og baðirúm. Til hvørja íbúð verður altan/terrassa og goymsluhøli. Partur av veghæddini verður gjørdur til felagshøli.
Væntandi verður bygningurin liðugur á sumri 2025.
Slag | Leigubústaður |
Íbúðir | 18 |
Búvídd, m2 | 50 |
Rúm | 2 |