Privatlívspolitikkur hjá Bústøðum (Dátuverndarkunning)
Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Bústøðum at tryggja, at viðgerðin av persónupplýsingum er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er kunnaður um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.
Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.
1. Bústaðir eru dátuábyrgdari
Bústaðir er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava innheinta og/ella móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum:
Bústaðir
Yviri við Strond 6
FO-100 Tórshavn
Teldupost: bustadir@bustadir.fo
Telefon: +298 401000
Avgreiðslutíðir: Má, tý og hó. 10:00 - 14:00,
mik og frí. er stongt
Bústaðir hava eitt dátuverndarfólk, sum kann upplýsa teg meira um reglurnar um dátuvernd. Dátuverndarfólkið kann eisini vegleiða teg um tíni rættindi í mun til viðgerð av persónupplýsingum hjá Bústøðum.
Tú kanst venda tær til dátuverndarfólkið á teldupostadressu jco@eirin.fo ella á telefon +298 784070.
2. Nær viðger Bústaðir persónupplýsingar um teg
Høvuðsuppgávan hjá Bústøðum er at virka fyri, at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað, at tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum, og at stuðla upp undir Veðurlagspolitikk Føroya at minka orkunýtsluna hjá føroyska býlishópinum.
Bústaðir hava ásetingar í Løgtingslóg um Húsalánsgrunn og tær í lógini heimilaðu kunngerðir at halda seg til í hesum sambandi, og heldur seg til ásetingarnar í Løgtingslóg um útleigan av bústøðum, tá tað kemur til virksemi, sum hevur at gera við leigubústaðir.
Meginparturin av viðgerðini hjá Bústøðum av persónupplýsingum verður framd sum liður í útinnan av útlánsvirksemi og í sambandi við limalistar og útleigan av leigubústøðum.
Bústaðir viðger persónupplýsingar um teg í sambandi við umsókn um limaskap, útleigan av leiðgubústøðum, arbeiðir, ið verða gjørd fyri okkum, fyrispurningar, ella um tú ert í starvi hjá okkum.
Tað kann verða at Bústaðir hevur gjørt eina avtalu við teg, og tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónupplýsingar um teg. Eisini kann tað verða, at tú hevur sent Bústøðum ein fyrispurning, eina tilmelding, eina klagu, ella eina starvsumsókn e.líkn., sum ger at Bústaðir skal viðgera tað, sum tú sendir inn. Hetta ger at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar.
Bústaðir hevur eina Facebook síðu og her viðger Bústaðir persónupplýsingar um teg, um tú dámar, viðmerkir ella deilir eitt av uppsløgunum hjá Bústaðir. Afturat hesum viðgerð Facebook eisini upplýsingar um teg um tú sendir okkum beinleiðis boð ígjøgnum hesar miðlarnar.
2.1 Farspor/cookies
Vit brúka farspor fyri at stýra ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera upplivingina hjá tí, sum kemur á heimasíðuna, so góða sum møguligt. Talan er bara um neyðugar cookies, og ikki t.d. til Google Analytics. Fyrstu ferð ein kemur inn á heimasíðuna, kemur teksturin:
„Heimasíðan nýtir eina kennifílu (cookies), sum er neyðug fyri virkisførið á heimasíðuni. Bústaðir nýtir bert eitt neyðugt farspor, sum vísir, at tú hevur lisið boðini, um at vit ikki nýta farspor. Hetta farspor verður goymt, so tú ikki fær kunning um hesi boð, hvørja ferð tú vitjar okkara síðu. Títt samtykki merkir, at eitt farspor verður goymt hjá triðjapartsveitara, sum umsitur okkara heimasíðu“.
Tað ber bert til at góðkenna. Tað er ein cookie, sum stýrir, at boðini bert koma fyrstu ferð.
2.2 Nei takk til farspor?
Um tú ikki ynskir, at tín netkagi skal goyma cookies, so ber til at sletta tær. Við at trýsta á Ctrl + Shift + Delete í senn, skuldi tín netkagi latið ein teig upp, har tað ber til at sletta cookies.
Um tú brúkar Mac teldu, skal tú trýsta á Cmd + Shift + Delete.
Á snildfon velst eisini um, hvat fyri skipan og forrit, tú brúkar. Á Android við Chrome kanst tú trýsta á valmyndina ovast til høgru, velja “History” og so “Clear browsing data”.
Við iPhone fer tú inn á “Settings”/”Indstillinger”, velir “Safari”, og síðani trýstir tú á “Clear History and Website Data”/”Ryd historik og webstedsdata”.
3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum
Bústaðir vil veita limunum eina góða tænastu, og tí er tað neyðugt hjá Bústøðum at viðgera tínar persónupplýsingar.
Tað eru sum sagt fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar. Tað kann verða móttøka og viðgerð av boðum frá tær. Leiga av bústaði til tín, veita tænastur í sambandi við eina viðgerð, svara fyrispurningum, senda rokningar o.tíl.
3.1 Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum
Tað kunnu, sum víst omanfyri, verða ymsar persónupplýsingar, sum Bústaðir viðger, og heimildargrundarlagið er eisini ymiskt.
· Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-5 í dátuverndarlógini.
· Heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-4, og nr. 6-8, umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
· P-talið verður viðgjørt sambært § 16, stk. 1 í dátuverndarlógini.
· Um vit innsavna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.
4. Sløg av persónupplýsingum
Tá tú keypir eina vøru ella eina tænastu verða oftast bæði vanligar og viðkvæmar persónupplýsingar brúktar.
Vanligu persónupplýsingarnar, sum verða viðgjørdar, eru:
· For- og eftirnavn
· Bústaður
· Postnummar
· Býur/bygd
· Teldupostur
· Telefon
· Føðingardagur
· Tal av heimabúgvandi børnum undir 18 ár
· Navn á verja
Viðkvæmar persónupplysingarnar, sum verða viðgjørdar í sambandi við eina viðgerð eru oftast:
· Heilsuupplýsingar
· P-tal
Um tú ert virkin á Facebook síðuni eru tað hesar upplýsingar, ið verða viðgjørdar:
· For- og eftirnavn
· Mynd
· Aðrar upplýsingar tú sjálv/ur hevur deilt og/ella dáma við tínum profili.
5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Bústaðir geva í útgongustøðinum ikki persónupplýsingar víðari. Men vit nýta í summum førum dátuviðgerarar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera bókhald, útleigingarskipanir og goymsla/viðgerð av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum. Vit víðarigeva bara upplýsingar, tá ið tað er neyðugt fyri at kunna útinna okkara uppgávu. Upplýsingar kunnu eisini verða víðarigivnar, um tað er neyðugt til tess, at aðrir almennir myndugleikar kunnu útinna sínar uppgávur og sambært reglunum um innlit, ásett í fyrisitingarlógini og innlitslógini.
6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóða felagsskapum
Bústaðir nýta sum útgangsstøðið ikki veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í førum, so sum til sosialar miðlar, har móttakarin er í USA.
Um so er at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.
6.1 Bústaðir brúka Facebook
Bústaðir hevur eina Facebook síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook síðuna hjá Bústøðum. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar, tú skal síggja.
Um tú sært tað, sum liggur á Facebook, er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á Facebook og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook.
Her kanst tú lesa meira um privatlívspolitikkin hjá Facebook.
7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava
Sum áður nevnt, so heintar Bústaðir tínar persónupplýsingar í sambandi við virksemi hjá okkum og upplýsingarnar koma fyri tað mesta beinleiðis frá tær.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.
8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
Bústaðir hava skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
Upplýsingar um teg verða goymdar so leingi, vit meta, at tað er neyðugt til tess at kunna halda okkara skyldu sum lánveitari og útleigari av leigubústøðum og til tess at halda galdandi lóggávu, undir hesum løgtingslóg um skjalasøvn.
Starvsumsóknir verða burturbeindar eitt ár aftaná, at Bústaðir hava tikið avgerð í málinum.
9. Automatiskar avgerðir verða ikki tiknar, undir hesum profilering
Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og tað er eingin háttur av profilering gjørd.
10. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1).
10.1 Rætturin til kunning (§§ 23-25)
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
10.2 Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
10.3 Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
10.4 Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta, at Bústaðir framhaldandi skal varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.
10.5 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.
10.6 Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og uttan forðing at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan.
10.7 Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
10.8 Rætturin at taka samtykki aftur
Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Bústaðir á bustadir@bustadir.fo
10.9 Klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Metir tú, at Bústaðir ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum kl. 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo
-----
Hetta skjal er seinast dagført tann 4. januar 2024.