Um bústaðir

Samleiki

Nýggjar tíðir og avbjóðingar í gamla Húsalánsgrunninum

Bústaðir - Føroya bústaðafelag er nýtt bústaðafelag, sum er sprottið úr Húsalánsgrunnurin, sum hevur 50 ár á baki. Í oktober 2012 dagførdu vit navn og grafiska samleika grunsins, so hesi hóska betri til nýggja virksemið hjá grunninum.

Húsalánsgrunnurin er farin frá at vera ein grunnur, sum hevði sum aðalmál at veita fígging til húsabygging, til at gerast bústaðapolitiska amboðið, sum skal lyfta uppgávuna at gera føroyska bústaðamarknaðin meira fjøltáttaðan. Hetta verður nú gjørt undir navninum Bústaðir. 

Aðal uppgávan hjá Bústøðum er at finna nýggjar og tíðarhóskandi hættir at byggja bústaðir. Her leggja vit dent á at byggja í býlingum og at trivnaðurin hjá okkara leigarum er í hásæti. Vit skulu byggja eitt hóskandi tal av leigubústøðum kring landið við fyriliti fyri byggikostnað, orkunýtslu og bústaðatørv.

Bústaðir er alment bústaðarfelag, ið fíggjar, umsitur og rekur leigubústaðir kring landið. Sum alment bústaðarfelag tryggja vit at skipaði viðurskifti  eru á leigu- og lutaíbúðarmarknaðinum, at dygdin á bústøðunum er í lagi, og at umvælingar- og fíggjarkarmar eru hóskandi.

Um okkum

 Fjøltáttað og smidlig bústaðaútboð

Bústaðamarknaðinum tørvar eitt størri, fjølbroyttari, betri og eitt bíligari útboð av bústøðum. Eitt fjøltáttað og smidligt bústaðaútboð er ein fortreyt fyri, at fólk støðast og at fleiri koma afturat.

Lógin um Húsalánsgrunnin frá oktober 2011 miðar eftir at gera nakað ítøkiligt við hetta, og at gera Húsalánsgrunnin føran fyri at fara undir hesa avbjóðing. Hetta er fult í tráð við bústaðapolitikk landsins, ið var almannakunngjørdur í oktober 2012.

Okkara endamálsorðingar eru:

- at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað
- at tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum
- at stuðla upp undir veðurlagspolitikk Føroya og at minka um orkutørvin á føroyska bústaðamarknaðinum

Vit hava sostatt heimildirnar - og eisini orkuna - til at fara undir hesa avbjóðing. Tað gera vit nú undir navninum Bústaðir - Føroya bústaðafelag, sum vit meta hóska betri til tað virksemi, vit nú fara undir - at fremja bústaðapolitikk landsins í verki.

Vit fara saman við áhugafeløgum og kommunum at skapa nýggjar, kreativar og hóskandi bústaðaloysnir, soleiðis at bústaðamarknaðurin sum heild verður betri og meira fjøltáttaður. 

 


 

 

 

 

Hvar eru vit
Her eru vit