Samleiki

Endamálsorðingarnar hjá Bústøðum endurspeglast í nýggja navninum, litum og búmerki.

Búmerkið
Skjøldursskapið er berandi myndaevnið í búmerkinum, men tað er snarað eitt vet og ferfaldað, so tað bæði vísir aðrar vinklar av bústaðabygging og vísir eisini, at eindirnar ferfaldast. Samstundis kunnu skapið og fláirnar í búmerkinum vísa bygging í fleiri hæddum.

Grøni liturin undirstrikar tvey aðalmál: Tað føroyska og umhvørvisfyrilit. Liturin vísir, at útgangsstøði fyri allari bústaðabygging, sum Bústaðir eru við í, skal takast í tí heimliga - í føroyskum byggisiði og náttúruni.

Tak niður búmerkið her.