Bústaðir styrkja fíggjarliga grundarlagið og gera klárt til nýggjar 
verkætlanir 


Ársroknskapurin fyri 2025 vísir munandi framgongd: Ársúrslitið eftir skatt gjørdist 5,5 mió. kr. (0,4 mió. kr. í 2024), og grunnurin stendur nú sterkari til at fara undir nýggjar 
leigubústaðarverkætlanir.

 

– Vit síggja nú úrslitið av teimum tillagingum, sum eru gjørdar í rakstrinum, og av teirri kós, sum er 
sett seinastu tvey árini. Hetta setir okkum í eina munandi betri støðu, nú vit skulu taka avgerðir um, 
hvørjar framtíðar bústaðarverkætlanir vit fara undir, sigur Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum. 


Í 2025 hevur leiðslan lagt dent á at styrkja langtíðarhaldførið hjá grunninum. Millum annað er  ein 
langtíðarfíggjarætlan gjørd fyri komandi 10 árini og ein langtíðarviðlíkahaldsætlan fyri komandi 20 
árini. Tær skulu tryggja eitt skipað grundarlag undir langtíðarstrategini hjá Bústøðum. 


Sum liður í at minka um rentuváðan og styrkja kapitalgrundarlagið er øll lániskuldin hjá grunninum 
umfíggjað. Av lánunum eru 60% rentutryggjað – lutvíst í 5 ár og lutvíst í 30 ár. Harumframt hevur 
grunnurin fingið tilsøgn um meirfígging til komandi íløgur. Umfíggingin skal tryggja gjaldførið og geva 
rúm til nýggjar verkætlanir komandi árini. 


Fyri at kunna røkja verandi leiguognir og byggja fleiri leiguíbúðir er neyðugt við sunnum rakstri og 
sterkari eginogn. Hetta er samstundis ein fortreyt fyri, at fíggingarstovnar hava álit á grunninum og 
vilja veita fígging til nýggjar íløgur. 


Við úrslitinum fyri 2025 er eitt sterkari fíggjarligt grundarlag lagt undir stovnin, sum nú kann seta ferð 
á nýggjar bústaðarverkætlanir. Frameftir fara vit at leggja dent á at menna og útbyggja útboðið av 
leigubústøðum við støði í veruliga tørvinum í samfelagnum. 


Sum liður í fyrireikingunum hevur Bústaðir sett eina tørvskanning í verk millum limirnar. 
Greiningarfyritøkan Lóður hevur vegna grunnin sent spurnarblað út, og svarini skulu geva okkum 
betri vitan um bæði verandi og komandi tørv á leigubústøðum. Endamálið er, at nýggjar verkætlanir í 
størri mun skulu samsvara við tørvin hjá limunum og samfelagnum sum heild. 


Samlaða ognin hjá Bústøðum var við árslok umleið 1,1 milliard krónur, og eginognin var umleið 623 
mió. krónur.

 

Sí ársfrágreiðing 2025, her

Onnur tíðindi

Almanna- og Bústaðamálaráðið: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur tilnevnt tveir nýggir limir í stýrið fyri Húsalánsgrunnin, vanliga nevnt Bústaðir.

Nýggju limirnir eru Bogi Jacobsen og Gestur ...

Les meira

Felagshølið á Óðinshædd

Leigarar hjá Bústøðum fáa nú møguleikan at leiga sær eitt felagshølið.

Sí myndir av hølinum niðanfyri og nærri kunning um hølið her

...

Les meira

Bústaðir eru ikki á Vangnum í løtuni

Í løtuni ber tað ikki til at rita inná Vangan fyri at síggja sína støðu á bíðilistanum. Inntil hesin møguleikin verður aftur, møguligur. Kunnu umsøkjarar seta seg í samband við Bústaðir, og síðan fáa eina leinkju sendandi har tit hava somu møgulei...

Les meira