Reisigildi var á Toftum týsdagin

Íbúðarbygningurin, sum er ætlaður til ein búfelagsskap, varð reistur týsdagin 5. mars.

Í 2022 gjørdu Nes kommuna og Bústaðir rammuavtalu um eitt grundøki oman fyri kommunuskrivstovuna á Toftum. Avtalað varð, at Nes kommuna gjørdi grundøkið byggibúgvið og síðan seldi tað til Bústaðir, sum síðan skuldi byggja íbúðir og útleiga í samstarv við Almannaverkið. 

Á sumri 2023 varð sáttmáli undirskrivaður millum Bústaðir og byggivirkið KBG um bygging av íbúðarbygging í trimum hæddum við 18 íbúðum, staðsettur beint við kommunuskrivstovuna hjá Nes kommunu.

Íbúðirnar verða uml. 50 fermtrar. Afturat íbúðunum verða felagshølir, starvsfólkarúm, goymsla, tøknirúm vm.

Aftanfyri bygningin verður gjørt eitt elevatortorn, trappur, svalagongd og stuðlamúrur við hegni. Frammanfyri bygningin verður altan, terrassa og parkering.

Byggivirkið KBH hevur ábyrgdina av verkætlanini sum heildararbeiðstakari. farið varð av álvara undir byggingina á heysti 2023, og í gjár var so ein lítil móttøka á kommunuskrivstovuni í samband við, at íbúðarbygningurin varð reistur.

Ingilín D. Strøm, landstýriskvinna, sum umsitur Bústaðir, var við til móttøkuna eins og onnur umboð fyri Bústaðir, Almannaverkið, KBH og aðrar undirveitarar.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, greiddi frá upprunaligu tilgongdini hjá Nes kommunu í samband við at útvega grundøkið. Vegna býráðið í Nes kommunu takkaði hann fyri góða samstarvið við Almannaverkið og Bústaðir til tess at fáa gongd á hesa alneyðugu verkætlan. Somuleiðis fegnaðist hann um, at byggingin hjá KBH higartil hevði gingið væl og ynskti teimum framhaldandi bestu eydnu.

Hegi Johannesen, stjóri í KBH, greiddi frá teirra royndum við íbúðarbygging. Hann fegnaðist um, at teirra felag hevði fingið hesa uppgávuna at byggja hendan búfelagsskpain. Síðan segði hann frá, hvussu hesin bygningurin varð uppbygdur.

Helgi Johannesen segði, at verkætlanin gongur væl og verður væntandi liðug á sumri 2025.

Onnur tíðindi

Stjóri settur á Bústøðum

Stýrið fyri Bústaðir hevur sett Jógvan Ósá í starv sum stjóri á Bústøðum. Jógvan er 38 ára gamal, útbúgvin Cand Tech., byggifrøðingur og húsasmiður.  Jógvan starvast í løtuni sum tekniskur stjóri hjá  Klaksvíkar Kommunu og áðre...

Les meira

18 nýggjar íbúðir í Fuglafirði

Íbúðabygningurin við 18 leiguíbúðum Úti á Land í Fuglafirði, sum TN Bygging hevur bygt fyri Bústaðir, verður klárur at leiga út í næstum.

Myndir og meira kunning Les meira

Bústaðir eru á Vangnum

Bústaðir hava ment eina skipan, har tey, sum eru uppskrivaði á bíðilistanum hjá Bústøðum, kunnu rita inn á Vangan og síggja:

  • sína støðu
  • og broyta síni bústaðarynski
  • og velja, um teir vilja verða søkjandi ella hvíland...

    Les meira

22 nýggjar íbúðir á Heimasta Horn í Tórshavn

Bústaðir og Tryggingarfelagið LÍV hava stovnað P/F Heimasta Horn II, sum skal eiga og reka leigubústaðirnar á Heimasta Horni II í Tórshavn. Tær 22 nýggju íbúðirnar verða klárar at útleiga í næstum. Albert Isfeld arkitektar AF hava teknað og P/F MT...

Les meira