22 nýggjar íbúðir á Heimasta Horn í Tórshavn

Bústaðir og Tryggingarfelagið LÍV hava stovnað P/F Heimasta Horn II, sum skal eiga og reka leigubústaðirnar á Heimasta Horni II í Tórshavn. Tær 22 nýggju íbúðirnar verða klárar at útleiga í næstum. Albert Isfeld arkitektar AF hava teknað og P/F MT Højgaard Føroyar hava bygt.  

Íbúðirnar

Byggingin er plaserað í røðum, eins og raðhús, í náttúruvækra Havnadali beint omanfyri krossin Landavegur / Kirkjubøarvegur. Lendið hevur væl av halli suðureftir oman móti Kirkjubøarvegnum, og allar íbúðirnar hava útsýni yvir Kirkjubøreyn, Havnardal, Nólsoyarfjørð og Nólsoynna alt eftir staðseting.

Íbúðirnar eru 83 m2 til støddar og eru innrættaðar við køki og stovu í einum, tveimum sovikømrum, baðirúmi og duri. Hjallur og goymslurúm eru til allar íbúðirnar beint í túninum. 

Omanfyri 500 íbúðir

Tað gongur væl við byggingini hjá Bústøðum - Føroya bústaðafelag. Aðal uppgávan er at finna nýggjar og tíðarhóskandi hættir at byggja bústaðir. Byggjast skal eitt hóskandi tal av leigubústøðum kring alt landið við fyriliti fyri byggikostnað, orkunýtlsu og bústaðatørv. Í 2024 umsita Bústaðir omanfyri 500 íbúðir, og tað er vónandi við til at gera bústaðamarknaðin fjøltáttari og smidligari.

Onnur tíðindi

Stjóri settur á Bústøðum

Stýrið fyri Bústaðir hevur sett Jógvan Ósá í starv sum stjóri á Bústøðum. Jógvan er 38 ára gamal, útbúgvin Cand Tech., byggifrøðingur og húsasmiður.  Jógvan starvast í løtuni sum tekniskur stjóri hjá  Klaksvíkar Kommunu og áðre...

Les meira

18 nýggjar íbúðir í Fuglafirði

Íbúðabygningurin við 18 leiguíbúðum Úti á Land í Fuglafirði, sum TN Bygging hevur bygt fyri Bústaðir, verður klárur at leiga út í næstum.

Myndir og meira kunning Les meira

Bústaðir eru á Vangnum

Bústaðir hava ment eina skipan, har tey, sum eru uppskrivaði á bíðilistanum hjá Bústøðum, kunnu rita inn á Vangan og síggja:

  • sína støðu
  • og broyta síni bústaðarynski
  • og velja, um teir vilja verða søkjandi ella hvíland...

    Les meira

Reisigildi var á Toftum týsdagin

Íbúðarbygningurin, sum er ætlaður til ein búfelagsskap, varð reistur týsdagin 5. mars.

Í 2022 gjørdu Nes kommuna og Bústaðir rammuavtalu um eitt grundøki oman fyri kommunuskrivstovuna á Toftum. Avtalað varð, at Nes kommuna gjørdi grundøkið ...

Les meira