Við Ranggil 3-11, Leirvík

Miðskeiðis í bygdini í Leirvík hava vit fimm raðíbúðir. Hesar eru sera snotiligar og eru bygdar við íblástri úr gamlari føroyskari byggilist og gomlum byggisiði og hava flagtak. Framman fyri íbúðirnar er grasvøllur, og aftanfyri eru runnar og trø plantað fyri at fríðka um økið.

Frá íbúðunum er útsýnið norðureftir gott, og góði sólargangurin kann njótast á terassu, bæði framman og aftan fyri íbúðirnar. Hvør íbúð hevur sína egnu inngongd, parkeringsviðurskiftini eru sera góð, og bilur kann fáast til dyrnar.

Íbúðirnar møta øllum nútímans krøvum til bygging, og tær hava góð ljós- og ljóð viðurskifti. Orkunýtslan er sera lág, og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.

Íbúðirnar eru í sera friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, og stutt er til allar hugsandi hentleikar, m.a. skúla, barnagarð, spælipláss, bowlinghøll, fótbóltsvøll og innkeypsmøguleikar.

3 av íbúðunum eru 78 m2
2 av íbúðunum eru 63 m2

Slag Leigubústaður
Byggiár 2014
Íbúðir 5
Búvídd, m2 63 og 78
Rúm 2 og 3
Leiga 4.548 og 5.827