Við Kykslið í Vági – í hjartanum í býnum tætt við sandin og nýggju lundina – hava Bústaðir seks dygdargóðar íbúðir.
Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging. Tær hava sera góð ljós- og ljóðviðurskifti, og eru vælbjálvaðar. Trílags rútar eru brúktir og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.
Íbúðirnar liggja miðskeiðis í bygdini, og stutt er til allar hugsandi hentleikar.
Tað eru Vágs Timburhandil og lokalir handverkarar, sum hava staðið fyri byggingini.
4 av íbúðunum eru 81 m2
2 av íbúðunum eru 130 m2
| Slag | Leigubústaður |
| Byggiár | 2015 |
| Íbúðir | 6 |
| Búvídd, m2 | 81 og 130 |
| Rúm | 3-4 |
| Leiga | 5.242 og 7.558 |