Við Kykslið 12-22, Vágur

Við Kykslið í Vági – í hjartanum í býnum tætt við sandin og nýggju lundina – hava Bústaðir seks dygdargóðar íbúðir. 

Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging. Tær hava sera góð ljós- og ljóðviðurskifti, og eru vælbjálvaðar. Trílags rútar eru brúktir og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.

Íbúðirnar liggja miðskeiðis í bygdini, og stutt er til allar hugsandi hentleikar.

Tað eru Vágs Timburhandil og lokalir handverkarar, sum hava staðið fyri byggingini. 

4 av íbúðunum eru 81 m2
2 av íbúðunum eru 130 m2

Slag Leigubústaður
Byggiár 2015
Íbúðir 6
Búvídd, m2 81 og 130
Rúm 3-4
Leiga 5.019 og 7.237