Undir Kráarbrekku í Klaksvík eiga vit 24 íbúðir, sum eru sera væl egnaðar til eldri fólk.
Koyrandi er til allar íbúðir, eingi trappustig eru við útdyrnar, og íbúðirnar eru innrættaðar samsvarandi til fólk við rørslutarni. Íbúðirnar eru í einari hædd.
Undir Kráarbrekku eru trý íbúðahús við ávíkavist tíggju, átta og seks íbúðum. Lonirnar eru í tveimum hæddum, har útdyrnar til íbúðirnar í niðaru hæddini venda omaneftir, meðan tær í erva venda niðaneftir. Allar íbúðirnar hava terassu og sólargangurin er góður. Bæði oman- og niðanfyri íbúðirnar kann sólin njótast líka til hon fer undir. Harumframt er útsýnið sera gott - serliga frá íbúðunum í ovaru hæddunum. Hvør íbúð sær hevur eitt lítið goymslurúm við útdyrnar og eitt úthús á umleið fimm fermetrar sum er á parkeringsøkinum við endan á hvørjari lon.
Íbúðirnar liggja í sera friðarligum øki og parkeringsviðurskiftini eru góð. Stutt er til allar hentleikar, og býarbussurin steðgar beint uttanfyri.
18 íbúðir eru 50 m2
6 íbúðir eru 70 m2
Slag | Leigubústaður |
Byggiár | 2003 |
Íbúðir | 24 |
Búvídd, m2 | 50 og 70 |
Rúm | 2 og 3 |
Leiga | 4.892 og 6.306 |