Saman við Sp/f Westtech hevur Bústaðir latið fimm leigubústaðir byggja Undir Bólheyggi í Sørvági. Talan er randarhús í einari hædd á umleið 70 fermetrar. Íbúðirnar hava sera gott útsýni yvir bygdina og havnalagið.
Íbúðirnar eru allar eins við gongd, køki/stovu, tveimum kømrum, baðirúmi og úthúsi, sum eisini er tøknirúm.
Allar íbúðirnar hava terrassu.
| Slag | Leigubústaður |
| Byggiár | 2021 |
| Íbúðir | 5 |
| Búvídd, m2 | 70 |
| Rúm | 3 |
| Leiga | 7.714 |