Undir Bólheyggi 18-26, Sørvágur

Saman við Sp/f Westtech hevur Bústaðir latið fimm leigubústaðir byggja Undir Bólheyggi í Sørvági. Talan er randarhús í einari hædd  á umleið 70 fermetrar. Íbúðirnar hava sera gott útsýni yvir bygdina og havnalagið. 

Íbúðirnar eru allar eins við gongd, køki/stovu, tveimum kømrum, baðirúmi og úthúsi, sum eisini er tøknirúm.

Allar íbúðirnar hava terrassu.

Slag Leigubústaður
Byggiár 2021
Íbúðir 5
Búvídd, m2 70
Rúm 3
Leiga 7.386