Undir Bjørgum 6-8, Oyrarbakki

Í friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi á Oyrarbakka hava vit tvey íbúðahús við fýra íbúðum í hvørjum. Grannalagið er gott og sera barnavinarligt. Sólargangurin er góður, og nakað av útsýni er yvir Sundalagið.

Íbúðirnar møta øllum nútímans krøvum til bygging, og tær hava góð ljós- og ljóðviðurskifti. Orkunýtslan er sera lág, og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðunum.

Ímillum bæði íbúðahúsini hava vit saman við Sunda kommunu gjørt eitt felagsøki við spæliplássi, sum øll í grannalagnum kunnu nýta.

Á felagsøkinum eru runnar og trø plantað. Hvør íbúð hevur sítt egna goymslurúm og hjall. Stutt er til barnagarð og skúlar, innkeypsmøguleikar o.a. Harumframt hevur tú vøkru náttúruna sum næsta granna.

4 íbúðir eru 92 m2
4 íbúðir eru 82 m2

Høvuðsarbeiðstakari var Sp/f Jóan Petur Vang.

Slag Leigubústaður
Byggiár 2014
Íbúðir 8
Búvídd, m2 82 og 92
Rúm 3 og 4
Leiga 5.477 og 6.011