Studentaskúlaheimið í Berjabrekku (lestrarbústaðir), Tórshavn

Talan er um tveir bygningar í tveimum hæddum á Berjabrekku 21 og 23.

Hvør bygningur hevur 8 lestrarkømur við egnum wc/bað og felags køki og uppihaldsstovu. Í tí eina bygninginum er felags vaskimaskina og turkitrumla.

Studentaskúlaheimið í Berjabrekku er einamest ætlað lesandi á miðnámi, og sum meginregla skal leigari ikki vera fyltur 30 ár, tá leigumálið byrjar. Eitt lestrarkamar er til ein persón og ikki til pør, pør við børnum ella støk við børnum.

Lesandi, ið hava áhuga at skriva seg á bíðilista til lestrarkømrini, kunnu tekna seg sum limir hjá Bústøðum

Slag Lestrarbústaður
Byggiár 1988
Íbúðir 16
Búvídd, m2 16
Rúm 1
Leiga 2.062