Stoffalág 90A-92D (VB), Tórshavn

Í Stoffalág í Havn hava Bústaðir átta íbúðir. Hesar íbúðirnar eru ætlaðar til fólk við rørslutarni, og eru serliga innrættaðar til hendan málbólk.

Íbúðirnar vórðu upprunaliga bygdar í 1980unum, og vóru í 2017 høvuðsumvældar. 

Íbúðirnar eru 60 fermetrar, innrættaðar við køks-/alrúmi, sovikamari, baðirúmi og gongd. Uttanfyri er úthús sum kann brúkast til goymslu. Parkeringsviðurskiftini eru sera góð, og møguligt er at fáa bilin heilt til dyrnar. 

Slag Leigubústaður
Byggiár 2017
Íbúðir 8
Búvídd, m2 60
Rúm 2
Leiga 5.093