Skúlavegur 20, Skopun

Mitt í bygdini í Skopun hava vit tvær íbúðir, sum eru í einum hugnaligum sethúsum, sum blivu høvuðsumvæld í 2013. Í umvælingini varð dentur lagdur á at varðveita tey gomlu eyðkennini í húsunum, og tað hevur eydnast sera væl. M.a. síggjast teir gomlu langbitarnir uppi undir loftinum enn.

Íbúðirnar eru í hugnaligum og sera friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi. Stutt er til skúlan, matvøruhandil og oman á ferjuleguna, har Teistin leggur at.

Uttanfyri er stórt tún, og parkeringsviðurskiftini eru góð. Báðar íbúðirnar hava egna inngongd.

Høvuðsarbeiðstakari var Jákup Martin Sørensen.

Slag Leigubústaður
Byggiár 2013
Íbúðir 2
Búvídd, m2 60
Rúm 3
Leiga 3.620