Á Mattalágarvegi í Tórshavn hevur Bústaðir bygt seks bygningar í tveimum hæddum við íalt 38 leiguíbúðum. Bygningarnir hava flagtekju. Bústaðir hava samstarvað við Scandi Byg, Sp/f Plan og Sp/f JEP Smíð um verkætlanina.
Talan er um 20 íbúðir á 54 m2 brutto í einari hædd við einum kamari, 10 íbúðir á 100 m2 brutto í einari hædd við trimum kømrum og 8 íbuðir á 104 m2 brutto í tveimum hæddum við trimum kømrum. Allar íbúðirnar hava egna terrassu ella altan og goymsluklivar, sum eru á ovaru hæddini í hvørjum bygningi við atkomu við uttandura trappu.
Íbúðirnar liggja væl fyri í vøkrum øki í vesturbýnum, tætt við skúlar, barnaansing og við góðum bussambandi.
Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bústaðabygging og hava grøna jarðhitaskipan.
| Slag | Leigubústaður |
| Byggiár | 2019 |
| Íbúðir | 38 |
| Búvídd, m2 | 54-104 |
| Rúm | 2-4 |
| Leiga | 6.211-10.310 |