Oman Mattalág 3A-13E, Tórshavn

Á Mattalágarvegi í Tórshavn hevur Bústaðir bygt seks bygningar í tveimum hæddum við íalt 38 leiguíbúðum. Bygningarnir hava flagtekju. Bústaðir hava samstarvað við Scandi Byg, Sp/f Plan og Sp/f JEP Smíð um verkætlanina.

Talan er um 20 íbúðir á 54 m2 brutto í einari hædd við einum kamari, 10 íbúðir á 100 m2 brutto í einari hædd við trimum kømrum og 8 íbuðir á 104 m2 brutto í tveimum hæddum við trimum kømrum. Allar íbúðirnar hava egna terrassu ella altan og goymsluklivar, sum eru á ovaru hæddini í hvørjum bygningi við atkomu við uttandura trappu.

Íbúðirnar liggja væl fyri í vøkrum øki í vesturbýnum, tætt við skúlar, barnaansing og við góðum bussambandi.

Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bústaðabygging og hava grøna jarðhitaskipan.

Slag Leigubústaður
Byggiár 2019
Íbúðir 38
Búvídd, m2 54-104
Rúm 2-4
Leiga 5.947-9.872