Óðinshædd 61-97C, Tórshavn

Í triðja byggistigi eru eisini 20 íbúðir, har tað í hvørjari hædd eru átta íbúðir á umleið 85 m2 og tvær íbúðir á umleið 42 m2

Tær størru íbúðirnar eru innrættaðar við duri, køki/stovu, grovkøki, baðirúmi og tveimum sovikømrum.Tær smærru íbúðirnar eru innrættaðar við duri, køki/stovu, baðirúmi og einum sovikamari. Íbúðirnar í ovaru hæddini hava eisini ovasta loft.

Tvær av størru íbúðunum í niðaru hæddini eru gjørdar, so at tær eru egnaðar til rørslutarnað at búgva í.

Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella trappupall. Tvey felags garðøkir eru gjørd, har gott útsýni er yvir Nólsoyarfjørð. Goymslurúm er til hvørja íbúð. Felagshølið verður bygt í sambandi við fjórða byggistig, sum væntandi verður liðugt í 2024.

Íbúðirnar eru í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi og við góðum parkeringsviðurskiftum. Tað er ikki langt í skúla og barnagarð. Stutt er til handils og til bussamband.

Slag Leigubústaður
Byggiár 2022
Íbúðir 20
Búvídd, m2 42 og 85
Rúm 2-3
Leiga 6.261 og 11.250