Talan er um randarhús í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini eru tvær íbúðir, ið hvør eru umleið 85 m2 brutto, og fýra íbúðir á umleið 42 m2 brutto. Á ovaru hæddini eru fýra íbúðir á umleið 85 m2. Tær størru íbúðirnar eru innrættaðar við duri, køki/stovu, grovkøki, baðirúmi og tveimum sovikømrum. Tann eina av størru íbúðunum í niðaru hæddini er gjørd, so at hon er egnað til rørslutarnað at búgva í. Henda íbúðin hevur eitt stórt sovikamar, har hinar hava tvey. Tær smærru íbúðirnar eru innrættaðar við duri, køki/stovu, baðirúmi og einum sovikamari.
Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella trappupall. Parkeringsviðurskiftini eru góð. Hvør íbúð hevur eitt goymslurúm, sum eru í kjallaranum í bygninginum í triðja byggistigi (Óðinshædd 61-97C).
Íbúðirnar eru í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Tað er ikki langt í skúla og barnagarð. Stutt er til handils og til bussamband.
Slag | Leigubústaður |
Byggiár | 2020 |
Íbúðir | 10 |
Búvídd, m2 | 42 og 85 |
Rúm | 2-3 |
Leiga | 5.471 og 9.191 |