Talan er um tveir bygningar í trimum hæddum á Vesturgøtu 15 og 17. Hvør bygningur hevur 12 lestrarkømur á umleið 18 fermetrar í tveimum teim ovaru hæddunum við egnum wc/bað og felags køki og uppihaldsstovu. Øll 24 kømrini venda oman í móti býnum og hava gott útsýni móti Nólsoynni.
Í niðastu hæddini eru seks íbúðir á umleið 35 fermetrar - 3 íbúðir í hvørjum bygningi. Íbúðirnar hava køk/stovu, kamar og wc/bað. Ein goymsluklivi er til hvørja íbúð.
Í einum millumbygningi er vaskirúm við felags vaskimaskinum og turkitrumlum, sum bæði lestrarkømrini og íbúðirnar brúka.
Næmingaheimið undir Fjalli er einamest ætlað lesandi á miðnámi, og sum meginregla skal leigari ikki vera fyltur 30 ár, tá leigumálið byrjar. Eitt lestrarkamar er til ein persón og ikki til pør, pør við børnum ella støk við børnum. Íbúðirnar eru til pør, pør við børnum og støk við børnum.
Lesandi, ið hava áhuga at skriva seg á bíðilista til lestrarbústaðirnar, kunnu tekna seg sum limir hjá Bústøðum.
Slag | Lestrarbústaður |
Byggiár | 1989 |
Íbúðir | 30 |
Búvídd, m2 | 18-35 |
Rúm | 1-2 |
Leiga | 2.519-4.935 |