Næmingabústaðir til Ítróttarháskúlan, Vágur

Tætt við sandin í Vági hevur Bústaðir bygt ein bygning til næmingabústaðir til tey, sum ganga á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy.

Talan er um bygning í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini eru seks kømur, har pláss er fyri tveimum persónum, og trý kømur, har pláss er fyri fýra persónum. Í ovaru hæddini eru 12 kømur, har pláss er fyri tveimum persónum í hvørjum kamari. Hvørt kamar hevur egið WC/baðirúm. Kømrini, sum eru til 4 persónar, eru eisini hóskandi til fólk við rørslutarni. Í bygninginum er felags køkur og felags uppihaldsrúm.

Bústaðir hevur avtalu við Ítróttarháskúlan um húsaleigu, og skipar skúlin fyri øllum tí praktiska, sum hevur at gera við inn- og útflytingar, gjald fyri kømrini og tílíkum.

Slag Lestrarbústaður
Byggiár 2021