Á Karlamagnusarbreyt 34 í Hoyvík hevur Bústaðir bygt 12 vardar íbúðir, sum verða tillutaðar umvegis Almannaverkið.
11 av íbúðunum eru 54 m2 brutto og eru innrættaðar við gangi, sovikamari, baðirúmi og køks-/alrúmi. Tann seinasta íbúðin, sum er áleið 100 m2 brutto, verður brúkt til felagshøli. Harumframt hevur Almannaverkið skrivstovu har.
Arbeiðstakarar hava verið Scandibyg, Sp/f Plan og Sp/f JEP Smíð.
| Slag | Leigubústaður |
| Byggiár | 2018 |
| Íbúðir | 12 |
| Búvídd, m2 | 54-100 |
| Rúm | 2 |
| Leiga | 5.558-8.963 |