Karlamagnusarbreyt 34, Hoyvík

Á Karlamagnusarbreyt 34 í Hoyvík hevur Bústaðir bygt 12 vardar íbúðir, sum verða tillutaðar umvegis Almannaverkið. 

11 av íbúðunum eru 54 m2 brutto og eru innrættaðar við gangi, sovikamari, baðirúmi og køks-/alrúmi. Tann seinasta íbúðin, sum er áleið 100 m2 brutto, verður brúkt til felagshøli. Harumframt hevur Almannaverkið skrivstovu har. 

Arbeiðstakarar hava verið Scandibyg, Sp/f Plan og Sp/f JEP Smíð.

Slag Leigubústaður
Byggiár 2018
Íbúðir 12
Búvídd, m2 54-100
Rúm 2
Leiga 5.322-8.582