Á Karlamagnusarbreyt 32 í Hoyvík hevur Bústaðir eitt íbúðahús við seks íbúðum.
Á niðastu hædd eru tvær íbúðir á áleið 96 m2 brutto. Hesar eru inrættaðar við duri, trimum sovikømrum, baðirúmi, depot rúmi og køks-/alrúmi.
Hinar fýra íbúðirnar eru áleið 100 m2 brutto í tveimum hæddum. Tær eru inrættaðar við duri, baðirúmi og køks-/alrúmi í niðaru hæddini. Í ovaru hæddini eru trý sovikømur og eitt wc.
Arbeiðstakarar vóru Scandibyg, Sp/f Plan og Sp/f JEP Smíð.
| Slag | Leigubústaður |
| Byggiár | 2018 |
| Íbúðir | 6 |
| Búvídd, m2 | 96-100 |
| Rúm | 4 |
| Leiga | 9.203 |