Í Mýrunum 3A-7B, Vágur

Byggivirkið Norcon hevur fyri Bústaðir bygt seks íbúðir Í Mýrunum í Vági.

Íbúðirnar eru bygdar í eini forskotnari, samanhangandi íbúðalon, sum er bygd í einari hædd. Íbúðirnar eru í tveimum støddum, har fýra eru umleið 87 fermetrar og tvær eru umleið 97 fermetrar brutto. Tær hava gongd, køk/stovu í einum, tvey kømur og baðirúm. Til íbúðirnar hoyrir goymslurúm á 4-5 fermetrar. Allar íbúðirnar hava terassu. Íbúðirnar verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru framman fyri íbúðirnar.

Staðsetingin er góð, ikki langt frá Vatninum í einum øki, sum er ment nógv seinastu árini, eitt nú við smáttum, lund við spæliplássi og marghøll. Umhvørvið er friðarligt og náttúruvakurt við flestu stovnum og hentleikum nærhendis.

Slag Leigubústaður
Byggiár 2023
Íbúðir 6
Búvídd, m2 87-97
Rúm 3
Leiga 7.500-7.900