Heygavegur 56A-56K (AV), Klaksvík

Við Heygavegin í Klaksvík hava vit átta vardar íbúðir til ungdómar við serligum tørvi. Har eru tvey íbúðahús í tveimum hæddum við fýra íbúðum í hvørjum.

Staðsetingin er sera góð í miðbýnum í Klaksvík. Stutt er til allar hugsandi hentleikar, t.d. innkeypsmøguleikar, skúlar, bókasavn, matstovur, fótbóltsvøll og svimjihøll.

Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging, og tær hava góð ljós- og ljóðviðurskifti. Orkunýtslan er sera lág, og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.

Tær vardu íbúðirnar eru úrslit av samstarvi millum Bústaðir, Almannamálaráðið og donsku fyritøkuna Scandibyg, sum hevur bygt íbúðirnar. Tað serliga við hesi byggiverkætlan er, at bygningarnir vóru innfluttir av verksmiðju í Danmark. Hetta hevði við sær, at byggiarbeiðið gekk tvífalt so skjótt sum vanligt, tí sjálvur bygningurin varð gjørdur samstundis sum jørðararbeiði, fundament og innleggingar vórðu gjørd. 

Okkara samstarvsfelagar í verkætlanini eru Scandibyg og P/f Kanjon. 

Hesar íbúðirnar verða ikki bjóðaðar út eftir okkara bíðilista. Almannaverkið umsitur egnan bíðilista til íbúðirnar. 

Slag Leigubústaður
Byggiár 2015
Íbúðir 8
Búvídd, m2 53
Rúm 2
Leiga 4.904