Heimasta Horn er ein livandi býlingur í Havn við 96 íbúðum í átta íbúðahúsum. Bústaðir eiga tvey av íbúðahúsunum og tilsamans 24 íbúðir.
Náttúran kring býlingin er vøkur, og góða útsýnið yvir Argjalandið kann njótast til fulnar gjøgnum stóru vindeyguni í íbúðunum ella úti á altanini.
Íbúðirnar eru undir Gráasteini við Havnini á aðrari síðuni og Havnardali við øllum sínum náttúruupplivingum á hinari. Tað er stutt niðan á Rossagøtuna, ið førir heilt niðan á Oyggjarvegin ella út til fjósini í Havnardali.
Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging. Tær hava sera góð ljós- og ljóðviðurskifti. Orkunýtslan er lág, og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðunum.
Stutt er til barnagarðar, skúlar, innkeypsmøguleikar og til busssteðgistað. Parkeringviðurskiftini eru góð.
Tað er ikki loyvið at hava húsdjór.
| Slag | Leigubústaður |
| Byggiár | 2014 |
| Íbúðir | 24 |
| Búvídd, m2 | 87-105 |
| Rúm | 3 |
| Leiga | 6.845-8.641 |