Heimasta Horn 1-43, Tórshavn

Tvær íbúðalonir í tveimum hæddum við ávikavist 12 og 10 íbúðum í hvørjari lon.

Íbúðirnar eru í einari stødd uml. 83 fermetrar brutto. Íbúðirnar hava gongd, køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Tríggjar íbúðir í ovaru lon – Heimasta Horn 25, 33 og 41 - eru egnaðar at búgva í hjá fólki við rørslutarni. Til íbúðirnar hoyrir goymslurúm á uml. 3 fermetrar og úthús á uml. 2 fermetrar (inkl. í brutto m2). Allar íbúðirnar hava antin terassu ella altan, sum vendur vestureftir. Góð parkeringsviðurskifti eru við íbúðirnar.

Íbúðirnar liggja væl fyri í náttúruvøkrum umhvørvi við flestu stovnum og hentleikum nærhendis. Allar íbúðirnar hava útsýni.

Slag Leigubústaður
Byggiár 2023
Íbúðir 22
Búvídd, m2 83
Rúm 3
Leiga 11.300