Heimasandsvegur 86A-86E, Sandur

Á Heimasandsvegi 86 á Sandi, hevur Bústaðir latið fimm raðíbúðir byggja.

Íbúðirnar, ið allar eru eins, eru umleið 84 fermetrar brutto. Tær eru innrættaðar við duri, Køks-/alrúmi, baðirúmi og tveimum sovikømrum. Úr durinum er atgongd til øll onnur rúm. Eisini er eitt úthús til hvørja íbúð.

Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu. Parkeringsviðurskiftini eru góð og bilur fæst til dyrnar. Harafturat eru allar íbúðirnar rørsluvinarligar.

Íbúðirnar eru í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, miðskeiðis í bygdini, stutt frá barnagarði.

Íbúðirnar lúka øll verandi krøv til bústaðabygging. Tær hava jarðhitaskipan og inniluftin verður tryggjað ventilatiónsskipan.

Slag Leigubústaður
Byggiár 2020
Íbúðir 5
Búvídd, m2 84
Rúm 3
Leiga 6.998