Á Heiðatrøðini á Tvøroyri hevur Bústaðir latið átta íbúðir byggja, tætt við har Bústaðir frammanundan hevur tríggjar íbúðir. Íbúðirnar hava adressu Heiðatrøðin 8A-8H.
Talan er um randarhús í einari hædd. Íbúðirnar eru í tveimum støddum, har tríggjar eru umleið 65 fermetrar brutto til støddar (nr. 8A, D og G) og fimm eru umleið 82 fermetrar (nr. 8B, C, E, F og H). Tær smærru íbúðirnar hava gongd, køk/stovu í einum, eitt kamar, baðirúm og goymslu. Tær størru íbúðirnar hava gongd, køk/stovu í einum, tvey kømur og baðirúm. Íbúðirnar hava eitt lágt goymslurúm á loftinum. Harafturat hoyrir goymslurúm á 3-4 fermetrar til hvørja íbúð. Allar íbúðirnar hava terassu, sum vendur suðureftir.
Íbúðirnar liggja væl fyri, ovaliga á Tvøroyri, við Føroya Keypssamtøku sum nærmasta granna. Íbúðirnar hava sera gott útsýni oman yvir fjørðin.
Íbúðirnar eru hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru á økinum.
Slag | Leigubústaður |
Byggiár | 2023 |
Íbúðir | 8 |
Búvídd, m2 | 65 og 82 |
Rúm | 1-2 |
Leiga | 7.800 og 9.500 |