Heiðatrøðin 3-5B, Tvøroyri

Á Tvøroyri hava vit tríggjar stórar íbúðir, - tvær eru samanbygdar og ein stendur fyri seg sjálva. Íbúðirnar eru bygdar í vøkrum, nútímans byggisniði og hava flagtak.

Íbúðirnar eru rúmligar, og høgt er millum loft og gólv. Vindeyguni eru stór, og hetta ger, at tú kanst njóta útsýnið og lívið í grannalagnum innanífrá. Sólargangurin er góður, og hann kann njótast framman fyri íbúðirnar á steinløgdu terassuni, ið hevur eitt hálvtak út yvir. Hvør íbúð hevur egnan hjall, og eisini hava allar íbúðirnar egna inngongd bæði inn í gongina og í grovkøk. Uttanfyri er stórt tún, og parkeringsviðurskiftini eru góð.

Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging, og tær hava góð ljós- og ljóðviðurskifti. Orkunýtslan er sera lág, og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.

Íbúðirnar eru í hugnaligum og friðarligum umhvørvi miðskeiðis á Tvøroyri. Stutt er til allar hugsandi hentleikar, sum t.d. matvøruhandil, skúla, barnagarð, ítróttahøll og fótbóltsvøll. 

Høvuðsarbeiðstakari var Sp/f Svend Roest. 

Slag Leigubústaður
Byggiár 2013
Íbúðir 3
Búvídd, m2 103
Rúm 4
Leiga 6.188-6.538