Finsen (lestrarbústaðir), Tórshavn

Bústaðir og Tórshavnar kommuna hava í felag umvælt gamla Kommunuskúlan í Tórshavn til 33 nýmótans lestrarbústaðir. Ásannandi at skúlin hevur stórt persónligt virði fyri nógvar borgarar, er umvæling gjørd á tann hátt, at upprunaligi skúlin er virdur mest møguligt. Verkætlanin var skipað sum ein partalagsavtalan millum Bústaðir, Tórshavnar kommunu, Selmar Nielsen arkitektar og Húsavarðatænastuna. Arbeiðið fór í gongd á vári 2016, og umvælingin varð liðug í november 2017. 

Íbúðirnar eru í lonunum í skúlanum, sum venda móti Sjúrðargøtu og Tórsgøtu. Nýggjar inngongdir í Kommunuskúlagarðin eru gjørdar frá Sjúrðagøtu og Tórsgøtu, so atgongdin til garðin er betri.

Sum meginregla skal ein vera fyltur 20 ár fyri at kunna leiga á Finsen. Rætt at leiga á Finsen hava tey, sum eru undir útbúgving, har útbúgvingin er góðkend til at geva lestrarstuðul, og lærlingar við lærlingaløn.

Íbúðastøddirnar eru millum 30 og 102 m2 brutto. Á Finsen er 20 eitt-rúms íbúðir, 11 tvey-rúms íbúðir og 2 fýra-rúms íbúðir, har tann eina av fýra-rúms íbúðunum verður brúkt sum felags íbúð við kømrum til trý lesandi við felags køki/uppihaldsstovu og wc/bað.

Allar íbúðirnar hava góð ljósviðurskifti og høgt er til loftið. Inniluftin verður tryggjað við ventilatións skipan og 25 íbúðir hava egna altan. 

Staðsetingin av íbúðum kann neyvan verða betri og stutt er til allar hugsandi hentleikar.

Á Finsen er felagshøli, sum leigarar kunnu leiga, og felags vaskarí, sum allir leigarar hava atgongd til. 

Mánaðarliga húsaleigan er íroknað orkugjald, internet og brúk av vaskirúminum.

Slag Lestrarbústaður
Byggiár 1950
Íbúðir 33
Búvídd, m2 30-102
Rúm 1-4
Leiga 3.250-9.750