Á Strondum hava Bústaðir bygt raðíbúðir. Tær liggja beint niðanfyri skúlan á Strondum, og við síðuna av nýggja sambýlinum Sjóvarlon.
Íbúðirnar liggja í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, beint niðanfyri nýggju búsetingarnar upp á Fløtum. Stutt er til skúla og barnagarð. Harumframt er útsýnið framúr gott.
Íbúðirnar eru innrættaðar við duri, køks-/alrúmi, baðirúmi og tveimum sovikømrum. Dururin er miðpunktið í íbúðini og hevur atgongd til øll onnur rúm. Harumframt er eitt úthús til hvørja íbúð. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu.
Parkeringsviðurskiftini eru góð og bilur fæst til dyrnar. Harafturat eru allar sjey íbúðirnar rørsluvinarligar.
Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging, og tær hava góð ljós- og ljóð viðurskifti. Inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.
Íbúðirnar eru 78 fermetrar brutto, umframt eitt úthús á 7 m2.
Slag | Leigubústaður |
Byggiár | 2017 |
Íbúðir | 7 |
Búvídd, m2 | 78 |
Rúm | 3 |
Leiga | 6.409 |