Í verkætlanini á Blómubrekku/Berjabrekku verða íalt 38 nýggjar íbúðir bygdar.
Í fyrsta byggistigi, sum fevnir um fimm bygningar, har íbúðirnar eru bygdar sum tvíhús, eru íalt 10 íbúðir. Íbúðirnar eru uml. 110 fermetrar til støddar. Tær hava køk, stovu, fýra kømur og tvey baðirúm. Eitt lítið úthús er til hvørja íbúð.
Verkætlanin er eitt samstarv millum byggifyritøkuna Bulur, Plan, Tórshavnar kommunu, Sinnisbata, Palla Gregoriussen, arkitekt, og Bústaðir.
Slag | Leigubústaður |
Byggiár | 2022 |
Íbúðir | 10 |
Búvídd, m2 | 110 |
Rúm | 5 |
Leiga | 11.130 |