Talan er um tríggjar bygningar í tveimum hæddum við fýra íbúðum í hvørjum bygningi - tvær íbúðir í niðaru hædd og tvær í ovaru hædd. Íbúðirnar eru umleið 57 fermetrar til støddar. Inngong er í síðuni á bygningunum. Trappa er til íbúðrinar í ovaru hæddini. Íbúðirnar hava gongd, køk, stovu, kamar og baðirúm. Eitt lítið úthús er til hvørja íbúð. Íbúðirnar í niðaru hæddini hava terassu. Íbúðirnar í ovaru hæddini hava trappupall og altan.
Íbúðirnar verða tillutaðar umvegis Almannaverkið.
Verkætlanin er eitt samstarv millum byggifyritøkuna Bulur, Plan, Tórshavnar kommunu, Sinnisbata, Palla Gregoriussen, arkitekt, og Bústaðir.
| Slag | Leigubústaður |
| Byggiár | 2023 |
| Íbúðir | 12 |
| Búvídd, m2 | 57 |
| Rúm | 2 |
| Leiga | 7.519 |