Stýrið fyri Bústaðir hevur sett Jógvan Ósá í starv sum stjóri á Bústøðum. Jógvan er 38 ára gamal, útbúgvin Cand Tech., byggifrøðingur og húsasmiður. Jógvan starvast í løtuni sum tekniskur stjóri hjá Klaksvíkar Kommunu og áðrenn tað, var hann tekniskur stjóri hjá Eystur Kommunu. Jógvan byrjar í starvinum hjá Bústøðum seinast 1. oktober.
Um Bústaðir
Bústaðir hevur til endamáls at stimbra bústaðarpolitikk landsins við at fremja bústaðarbygging í Føroyum. Bústaðir er ein týðandi partur av menningini á føroy...