Mangan spurt 

Hví bert ein bíðilista fyri alt landið?

Orsøkin til, at vit hava valt at hava ein bíðilista fyri alt landið, er, at hesin hátturin at skipa bíðilistan uppá gevur ein fleksibilitet, sum fleiri bíðilistar ikki geva.
Siga vit t.d. at ein av okkara limum bert hevur søkt um bústað í Vágunum, men seinni ynskir at flyta til Eysturoynna, so kann viðkomandi leggja Eysturoy aftur at sínum ynskjum, uttan at skula aftast á bíðilistan fyri Eysturoynna. Tað sama ger seg galdandi, um viðkomandi má flyta vegna arbeiði, skúla ella sjúku.
  

Kann eg býta mítt nummar um við onkran annan?

Nei, tað kanst tú ikki. Títt nummar á bíðilistanum er persónligt, og tú kanst undir ongum umstøðum býta um nummar við onkran annan.

Um ein limur doyr, kann hjúnafelagin ella tann, sum limurin livur saman við í parlagi, søkja um at yvirtaka bíðilistanummarið hjá liminum.
 

Hvat merkir tað at vera hvílandi limur?

Ert tú hvílandi limur, fært tú ikki tilboð um bústaðir. Tað er snilt at skriva seg upp sum hvílandi lim, um tú ikki hevur tørv á einum leigubústaði fyribils, men ynskir at betra um møguleikan at fáa ein bústað seinni. 

Sum hvílandi limur flytur tú upp eftir bíðilistanum, so hvørt fólk framman fyri teg taka av tilboðum um bústaðir og tí fara av bíðilistanum. 

Tú kanst altíð gerast søkjandi limur aftur við at boða okkum frá hesum umvegis teldupost bustadir@bustadir.fo
 

Um eg fái tilboð um eina íbúð, og taki av, kann eg so framleiga hana til onkran annan?  

Nei, tað kanst tú ikki, tí tú hevur búskyldu á adressuni.

Undantakið kann vera, um tú í eina tíð hevur búð í eini íbúð hjá okkum og mást flyta, t.d. orsakað av sjúku ella í lestrarørindum. So kanst tú søkja um at sleppa at framleiga íbúðina. Verður umsóknin játtað, kanst tú framleiga í upp til tvey ár. Set teg í samband við okkum um hetta, um tú hevur ivamál. 
 

Kann ein persónur, sum er 15 ár, leiga eina íbúð?

Ja, tað letur seg gera um viðkomandi rindar leigu til tíðina og annars heldur húsreglurnar.
 

Eg eri lesandi. Nær kann eg vænta mær ein lestrarbústað?

Limir, ið eru í útbúgving ella í læru, kunnu søkja um at koma á bíðilistan til lestrarbústað. Vit hava lestrarbústaðir á trimum støðum í Havn:

- Á Finsen eru 35 lestraríbúðir, ið eru ætlaðar fólkum, ið eru í útbúgving ella í læru, og sum eru fylt 20 ár.

- Á Næmingaheiminum undir Fjalli og á Studentaskúlaheiminum í Berjabrekku hava vit lestrarkømur, sum fyrst og fremst eru ætlaði ungum fólki, ið taka miðnámsútbúgving. Sum meginregla skal leigari ikki vera fyltur 30 ár, tá leigumálið byrjar. Kømrini hava egið WC/bað, men felags køk og uppihaldsstovu.

Sum meginregla ber at flyta inn í lestrarbústað í fyrsta lagi 3 mánaðir, áðrenn lestrar- ella lærutíðin byrjar.

Tú finnur nærri upplýsingar um lestrarbústaðirnar á heimasíðuni undir bústaðir/lestrarbústaðir.
 

Hvussu nógv fólk kunnu búgva í eini íbúð?

Talið av fólki í einum bústaði má vera passandi til støddina á bústaðnum.
 

Vit arbeiða fyri at trivnaður er í topp

Eg havi eitt barn á bíðilistanum, sum hevur fingið eitt gott nummar. Kann eg/vit sum foreldur flyta inn til barnið?

Ja, vit blanda okkum ikki uppí, hvørjum okkara leigarar búgva saman við. Barnið kemur tó at vera skrásett sum leigari og hefta løgfrøðiliga fyri leigumálinum. Flytur barnið út, so verður leigusáttmálin uppsagdur, uttan at foreldrini kunnu yvirtaka hann.

Hvør er leigukostnaðurin á íbúðunum?

Leigukostnaðin finnur tú her á heimasíðuni undir bústaðir/leigubústaðir og bústaðir/lestrarbústaðir. Legg til merkis, at leiguprísirnir fyri leigubústaðir eru uttan gjald fyri nýtslu, so sum el og hita. 

Leigan er ásett eftir kostnaðinum á íbúðini og øðrum viðurskiftum, sum kunnu vera ymisk frá býlingi til býling.

Kann eg býta um íbúð við annan leigara?

Leigarar, sum hava búð í minsta lagi í trý ár í ávísari íbúð, kunnu søkja Bústaðir um at sleppa at býta um íbúð við annan leigara hjá Bústøðum, sum eisini skal hava búð í minsta lagi í trý ár í ávísari íbúð. Mannagongdin og oyðiblað eru at finna á heimasíðuni undir Limaskapur/tíni rættindi og skyldur.

Um ein íbúð hjá Bústøðum er tøk, kann ein, sum ikki er limur so flyta inn?

Allir vanligir leigarar hjá Bústøðum, sum undirskriva leigusáttmála, skulu vera limir hjá Bústøðum. Ein, sum ikki er limur hjá Bústøðum, kann flyta inn í leiguíbúð, men kann ikki vera skrásettur sum leigari.

Hvussu kann eg tekna meg á bíðilista til lutaíbúð?

Í hvørjum einstøkum føri verður boðað frá, tá til ber at tekna seg til at keypa eina lutaíbúð í nýggjum lutaíbúðafelagi.

Vanligi bíðilistin, ið er til leigubústaðir, verður ikki nýttur til lutaíbúðir.

Aftaná at lutirnir til lutaíbúðir eru seldir fyrstu ferð, er tað luthavari ella lutaíbúðafelagið, ið kann leggja søluna til rættis sambært viðtøkunum hjá lutaíbúðafelagnum, sum luthavararnir samtykkja á aðalfundi.