Aftaná, at tú hevur fingið ein bústað
 

Hvussu leingi kann eg búgva í íbúðini?

Einki tíðarásett mark er fyri longd av leigutíðarskeiði. Sum útgangsstøði kann sigast, at tú kanst leiga íbúðina, so leingi tú hevur tørv á henni, og annars heldur allar galdandi reglur og ásetingar fyri leigumálið.
 

Kann eg flyta í aðra íbúð, um eg vil tað?

Tá tú býrt í eini íbúð hjá Bústøðum og hevur gjørt tað í ávíst tíðarskeið (fyri leigumál, sum eru avtalað áðrenn 1. januar 2023 er tíðarskeiðið ásett at vera í minsta lagi í eitt ár, og fyri leigumál, sum eru avtalaði tann 1. januar 2023 og seinni, er tíðarskeiðið ásett at vera í minsta lagi í tvey ár), kanst tú skriva teg á innanhýsis bíðilista. Hetta merkir, at tú fært framíhjárætt til aðrar íbúðir hjá Bústøðum, um tú vilt flyta í eitt nú eina størri íbúð ella eina íbúð aðrastaðni í landinum.
 

Havi eg skyldu at halda økið rundanum?

Sum leigari í bústaðafelagnum hevur tú ábyrgd av vanligum viðlíkahaldi í tíni egnu íbúð. Sum leigari tekur tú tær harumframt av urta- og blómugarði, terrassuskermum, hegni, parkerings- og gonguøkjum og tílíkum, ið hoyrir til íbúðina. Garðurin skal vera væl viðlíkahildin. Um útleigarin má gera viðlíkahaldsarbeiði í garðinum o.tíl., ið hoyrir til íbúðina, verður tað gjørt fyri leigarans rokning. Í íbúðum, sum hava altan ella terrassu, skal leigarin javnan gera reint og reinsa møgulig frárensl frá altanini og terrassuni. Annað størri viðlíkahald, so sum umvælingar og viðlíkahald av felagsøkjum, taka húsavørðir hjá bústaðafelagnum sær av. Tó kunnu íbúgvarnir í einum ávísum býlingi velja at skipa seg soleiðis, at felagsøkini verða hildin av leigararunum. Bústaðir vilja fegin stuðla slíkum átøkum, ið menna eina felags ábyrgdarkenslu fyri býlingunum.
 

Verða felags reglur og viðtøkur fyri býlingarnar?

Ja, vit hava felags viðtøkur og húsreglur fyri allar býlingar. Les meir her. Tað eru serligar viðtøkur fyri nakrar av býlingunum.
 

Kann eg hava húsdjór?

Summastaðni verður loyvt at hava húsdjór og aðrastaðni ikki. Djór í búri ella akvarium eru ikki at rokna sum húsdjór, so hesi eru loyvd í øllum íbúðunum. Førarahundar eru altíð loyvdir. 
 

Hvussu skal eg gera, um eg vil siga leiguíbúðina frá mær aftur?

Tú skalt skrivliga boða okkum frá, og uppsagnarfreistin er inniverandi mánaði + ein mánaði. Tú fært síðani eina skrivliga váttan um uppsøgnina.